Innanlands

Jan Højgaard: Knýtið loyvini at stálinum aftur

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at ein nýggj samgonga hevur ein gyltan møguleika

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-09-09 19:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í sambandi við, at nakrir av andstøðuflokkunum í løtuni sita og samráðast um nýggja samgongu, heitir formaðurin í Føroya Fiskimannafelag á partarnar um, at fáa stabilitet aftur í vinnuna.

- Okkara størsta ynski er, at loyvini verða knýtt at skipunum aftur. Tað er ein vanlukka, at loyvir og stál vórðu atskyld, sigur Jan Højgaard formaður.

Formaðurin vísir á, at fyrr var tað munandi lættari at fylgja við, hvussu alt fór fram, av tí at tá skuldi man fylgja við skipinum, men nú skal man fylgja við rættindahavaranum, og tað er ein onnur søga, av tí at Fiskimannafelagið ikki sleppur líka lætt framat rættindahavaranum, og serliga um viðkomandi er uttanfyri reiðarafelagið.

- Nú eru tað sjálvandi ikki allir, sum gera okkurt skeivt, men tað er nógv verri hjá okkum at fylgja við, sambært nýggju lógini enn tað var við tí gomlu. Tí heita vit inniliga á nýggju samgonguna um, at knýta loyvini at stálinum aftur. Tí tað fækkar møguleikarnar munandi at gera spekulatiónir í vinnuni, sigur Jan Højgaard.

Í nýggju lógini skuldi man skapa eina nógv størri virðisøking enn man kundi áðrenn, men hetta hevur ikki riggað. 

- Seljarin kann gera veiðuna um til flak ella onkra vanliga vøru, og síðan er tað keyparin, sum skapar eina virðisøking í triðja ella fjóðra liðnum av ketuni.

Jan Højgaard sigur eisini, at tað í hesum sambandi er munandi lættari at fara av landinum við yvirskotinum av tilfeinginum.

- Rættindahavarin hevur alt valdið í dag, og tað setur okkum í eina ótrúliga ringa støðu, tá ið vit skulu verja fiskimannin, tí okkara møguleikar eru fækkaðir munandi, sigur Jan Højgaard, sum nú vónar, at stabilitetur aftur kemur í vinnuna, soleiðis at vinna, og ikki minst manningin, fær tryggar karmar aftur.

Tá virðisøkingin er farin av landinum, tá missir landið sanniliga sín part, sigur formaðurin at enda í samrøðu við Portalin í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder