Jákup B nýggjan lit

Jákup B varð yvirtikin í desember í fjør í samband við at undanfarnur eigararnir keyptu nýtt skip

Mynd: Jóhan Nolsøe

Mynd: Jóhan Nolsøe

2020-07-24 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Jákup B stendur í løtuni á beding hjá KSS í Klaksvík, har skipið eitt nú verður málað.

Skipið fær svarta litin, sum reiðaríið hevur brúkt seinastu mongu árini. Tað er felagið EHFO P/f, sum eigur Jákup B.

Jákup B var reyður tá ið skipið varð yvirtikið í desember í fjør.

Skipið kom í flotan í januar í 2014, og fekk navnið Klakkur. Skipið varð keypt úr Norra, og skuldi avloysa undanfarna Klakk, sum varð seldur og fekk navnið Núpur, men framvegis skuldi hava heimstað í Klaksvík, har skipið enn er skrásett.

Myndirnar tók Jóhan Nolsøe í gjárkvøldið.

[object Object]Mynd: Jóhan Nolsøe

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder