Innanlands

Jenny Wardum: Skjótt at fella uppá pláss umborð millum 16 mans

Jenny Wardum hevur síðan oktober verið ein partur av manningini á bláa rækjutrolaranum Arctic Viking úr Kollafirði

Jenny Wardum er 23 ára gomul og fødd og uppvaskin í Kollafirði (Mynd: Martin Højgaard)

Jenny Wardum er 23 ára gomul og fødd og uppvaskin í Kollafirði (Mynd: Martin Højgaard)

2020-04-13 18:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Jenny Wardum, sum er 23 ár, er fødd og uppvaskin í Kollafirði, men fyri tíð síðan flutti hon til Íslands, har hon fór í starv sum kostmetologur hjá Bláa Lónið, og her treivst hon væl, men Jenny vildi hava eitt starv, har tað gekk munandi skjótari at spara upp, og valdi tí at ganga heilt aðrar leiðir. 

Eitt, sum hon hugsaði serliga um var at finna eitt starv, har man kundi spara pengar upp skjótt, og tí var tað natúrligt at fara til skips.

- Eg prøvaði at ringja til Bjarna Petersen, sum er annar skiparin umborð á Arctic Viking, og hann segði at um eg fekk mær trygdarskeið og alt, sum krevst fyri at mynstra, so skuldi eg ringja aftur, sigur Jenny Wardum.

Gekk skjótt tá ið alt var klárt

- Eg fekk mær trygdarskeið, bláaubók og alt, sum er krav fyri at mynstra umborð á skipi í dag, og mikudag ringdi eg til Bjarna, og segði at eg var klár um tað skuldi vera, fortelur Jenny Wardum víðari.

Bjarni Petersen segði, at teir komu til Tromsø fríggjadagin, og mánadagin skuldu teir avstað aftur til fiskiskap, og teir manglaðu ein aftrat fyri at manningarlistin skuldi vera fullur, og um Jenny hevði hug, so skuldi hon sleppa við.

- Eg var klár, og takkaði ja takk. Eg fleyg heim til Føroyar fríggjadagin, og so fór manningin úr Føroyum til Tromsø, har vit loystu av, og mánadagin settu vit kós móti Svalbard, sigur Jenny Wardum við einum stórum smílið, meðan hon hugsar um tá ið skipið loysti fyri frystuferð við henni umborð. 

- Vit settu sum sagt kós móti Svalbard, og hetta var í oktober mánaða, so tað var kalt, ótrúliga kalt. Eg minnist at tann eina dagin vóru tað 26 kuldastig, og alt var fryst. Handskar, hjálmar og skeggið hjá nøkrum av manningini, og tað var ikki serliga hugaligt at vera á dekkinum og bøta trol, men tað var ein partur av arbeiðinum, og tað var eisini spennandi at læra. Túrurin var líka yvir tveir mánaðir langur.

[object Object]
Jenny Wardum, í svartari drakt, á dekkinum saman við einum parti á av manningini

Einasta kvinna millum 16 mans

- Tað var ikki nakar trupulleiki at vera í millum 16 mans, men sjálvandi merktiskt tað av og á.

Her sipar Jenny serliga til, at tað var strævið at gera arbeiðið á dekkinum at byrja við, tí hon hevði ikki somu styrki sum mennirnir, men tá ið hon hevði gjørt tað nakrar ferðir gekk betri.

- Eg lærdi at brúka kroppin meira, og tá gekk tað betur. Teir høvdu allir gott tol, sum man jú skal hava tá ið man hevur nýggj fólk við, og so vóru teir kanska eitt sindur lagaligari tí eg var konufólk, sigur Jenny Wardum flennandi, sum eisini leggur dent á hvussu fittir restin av manningini vóru ímóti henni vanligt umborð.

- Sjálvandi komu onkur prik, men tað ger tað jú allastaðnis, og eg upplivdi ikki einaferð nakað óbehagiligt ella happing, sigur Jenny, sum nú er ein fastur partur av manningini á Arctic Viking.

Ikki fyrstu ferð hon fór til skips 

- Hetta var tó ikki fyrstu ferð eg fór til skips. Eg havi siglt við Høgaberg í 2012, sum var ein stórur verksmiðjutrolari, sum Framherji í Fuglafirði átti.

Jenny sigur eisini, at hetta starvið var slett ikki líka sum tað hon ger í dag.

- Munurin á hesum starvinum, og tí umborð á Høgaberg var, at har var eg bara í fabrikkini, so tað var sum at arbeiða á Faroe Pelagic, um man kann gera tað so svart og hvítt í mun til Arctic Viking, har eg eri úti á dekkinum, og hjálpti til at bøta trol, og koyra út og hála trolið inn.

Býr í Íslandi

Jenny Wardum, sum býr til dagligt í Reykjavík, flutti til Íslands fyrstuferð í 2015, men flutti seinni heim aftur til Kollafjørð fyri síðan aftur flyta til Íslands fyri hálvum øðrum ári síðan. Av tí at umstøðurnar eru sum tær eru, og Arctic Viking kom á Føroyar at skifta manning, so fór hon heim til foreldrini í Kollafirði, har eisini sjeikurin er í løtuni.

- Sjeikurin kemur úr Belgia, og hevur seinastu tíðina havt sáttmála við eitt fótbóltsfelag í Íslandi, men tá ið tann sáttmálin gekk út, so vildi hann gjarna prøva okkurt annað, og kom tí til Føroyar, har hann hevur róð út saman við pápa mínum, sum eigur útróðrarbát.

[object Object]
Jenny saman við unnustanum 

Bregur til bæði foreldrini 

Tá ið Jenny verður spurd, um hon bregur til pápa sín, tí hon valdi at fara til skips, sigur hon, at tað veit hon ikki heilt, tí hon heldur eisini, at hon bregur líka nógv til mammuna.

Pápi Jenny, sum eitur Eyðstein Wardum, hevur siglt nógv sum skipari, og fyri knapt trimum árum síðan valdi hann at gevast at sigla úti, og keypti sær bát, og rør nú út.

- Mær dámar væl at sigla, men mær dámar eisini ótrúliga væl at mála, og tað havi eg heilt víst frá mammu, sum málaði nógv tá ið eg var lítil. Eg byrjaði sjálv at mála tá ið eg var eini 13 ár haldi eg, og eg føl at tá ið eg máli, so hvíli eg mest í mær sjálvari. Annars kann eg nevna, at mamma eisin hevur verið til skips tá ið hon var ung, leggur Jenny Wardum aftrat.

- Eg máli mest abstraktar málingar, men í seinastuni eri eg spakuliga byrja at mála kroppar og andlit, men mær dámar best at mála málningar, har fólk sjálvi kunnu siga hvat tað er tey síggja, sigur Jenny Wardum, sum eisini hevur selt nakrar málingnar gjøgnum ár og dag.

[object Object]Jenny Wardum frammanfyri ein av sínum málningum

Veit ikki heilt hvat dreymurin er

Tá ið Jenny varð spurd, um hon sá seg sigla um 10 ár, sigur hon stutt og greitt nei.

- Nei, tað geri eg ikki. Mær dámar tað væl, og eg haldi tað er ótrúliga lærurík og stuttligt, men hetta er serliga fyri at spara upp, og ein máti, har man kann spara skjótt upp.

- Eg havi hugsað um alt møguligt, men eg havi onga avgerð tikið enn. Eg dámi ótrúliga væl húð, og tí hevur tanktin streyfa meg at fara at lesa til sjúkrasystur, og so víðari til okkurt innanfyri húð, men so er ein annar tanki eisini at lesa til flogskipara, so eg veit ikki heilt ordiliga enn hvønn veg eg fari, sigur Jenny Wardum.

placeholder
placeholder