Innanlands

Jógvan I farin til Eysturgrønlands

Línuskipið Jógvan I fór av Runavík í nátt

Jógvan L á Runavík áðrenn teir loystu í gjárkvøldið (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Jógvan L á Runavík áðrenn teir loystu í gjárkvøldið (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-06 17:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Jógvan I frá Toftum, setti í nátt kós móti Eystur Grønlandi, har teir skulu fiska.

Teir komu á Runavík í síðstu viku, og eftir, at teir hava gjørt nakrar tillaðingar umborð, fekk manningin mynstringarboð klokkan 20.

Riggað varð til, og í nátt loysti Jógvan I av Runavík og setti kós móti Eysturgrønlandi. 

Skipari er Heri Hendriksen, og við skipinum eru 16 mans.

Klakkur og Jákup B hava seinastu tíðina fiskað í Eysturgønlandii, og fiskiskapurin hevur verið góður. Hesi bæði línuskipini skulu landa í Klaksvík síðst í vikuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder