Innanlands

Jógvan I gjørt ein róktúr

Tummas S. Johannesen hevði sín fyrsta túr sum skipari á Jógvani I

Tummas S. Johannesen, skipari á Jógvani I (Mynd: Sjómansmissiónin)

Tummas S. Johannesen, skipari á Jógvani I (Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-03-28 16:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta er mín fyrsti túrur sum skipari á Jógvani I. Tí var tað sera hugaligt, at tað gekk væl. Eg má siga, at skipið er gott og manningin er bæði dugnalig og røsk, sigur Tummas S. Johannesen.

Í farnu viku landaði frystilínuskipið Jógvan I 285 tons av frystum fiski í Kollafirði, sum teir høvdu fingið við Ísland. 

Teir fóru útaftur sama dag og hava síðani roynt í lítla viku við Føroyar. Nú var tíðin úti og teir komu inn at skifta manning.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og hitti skiparan Tummas S. Johannesen. Hann segði millum annað:

- Síðsta túr royndi vit við Ísland. Vit fiskaðu í knapt 20 dagar og fingu 285 tons av toski og longu. Tað má sigast at verða góður fiskiskapur, eisini tá hugsað verður um, at tonsini eru í avhøvdaðum fiski. Lastin var full og umleið 15 tons av fiski vóru í agnlastini, sum eisini var full, tí væl av agnið var eftir!

- Vit fóru útaftur sama dag sum vit landaðu, og hava nú í lítla viku roynt við Føroyar. Vit hava umleið 40 tons inni. So leggja vit tonsini og fiskidagarnar saman, so kunnu vit ikki annað enn verða nøgdir, tí vit hava fiskað uml. 327 tons í 27 dagar, sigur hann.

- Er nógvur fiskur við Ísland?

- Tað er tað óivað, og vit vóru eisini hepnir. Vit brendu í fisk beinanvegin og lógu einsamallir allar dagarnar. Veðrið var sera vánaligt í útvið eina viku. Tá mistu vit tveir fiskidagar, og stríddu okkum gjøgnum hinar, sigur Tummas. 

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Hetta er mín fyrsti túrur sum skipari á Jógvani I. Tí var tað sera hugaligt, at tað gekk væl. Eg má siga, at skipið er gott og manningin er bæði dugnalig og røsk. Ein kvinna er við, og hon er líka røsk sum menninir og hevur góða ávirkan á manningina, sigur Tummas S. Johannesen. 

Jógvan I fer aftur til fiskiskap í kvøld og tá verður Heri Henriksen skipari.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder