2021-03-23 07:37
Frystilínuskipið Jógvan I kom um vikuskiftið á Kollafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava verið til fiskiskap undir Íslandi, og hava 210 tons av frystum fiski við til lands.
Meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa, meðan restin er blanda fiskasløg.,
Eitt annað frystilínuskip, Kambur, hevur boðað frá landing síðst í vikuni.
Kambur hevur eisini verið til fiskiskap undir Íslandi, og hava teir 270 tons, sum teir eisini skulu landa í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald