- Hetta er ein partur av spælinum, og sjálvandi er tað spell at skip verða seld av landinum, og fólk missa arbeiði, men JFK hevur ongantíð átt eitt so stórt prosent tal av samlaðu barentshavskvotuni, sum teir gera í dag.
Tað sigur løgtingsmaðurin, Jónleif Johannesen, við Portalin í dag eftir at reiðaríið JFK hevur selt Sjúrðarberg til Russlands. Skipið er selt fyri 41 milliónir krónur.
Hanus Hansen, reiðari, sigur at hetta er eitt beinleiðis úrslit av, at løgtingi atkvøddi fiskivinnunýskipanina í gjøgnum, og at JFK nú eigur minni í Barentshavinum, og at felagið ongantíð fer at fáa meira enn tað tonsatalið, sum felagið eigur í dag.
Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin er ósamdur.
- Hetta er ein tillaging av nýggju lógini, og ikki ein niðurlaging. JFK er somikið langt burtur frá antitrust markinum, at teir kunnu keypa sær kvotur á uppboðssøluni, og á tann hátt fáa meira at fiska í Barentshavinum. Munurin á gomlu lógini og tí nýggju er, at Hanus Hansen nú má keypa kvotur heldur enn at fáa tær.
- Vit hava atkvøtt fyri, at ogn Føroya fólks er farið út til fólkið soleiðis at øll nú kunnu kappast um tilfeingið, og tað angri eg ikki at eg havi atkvøtt fyri, sigur Jónleif Johannesen.
Jónleif Johannesen sigur, at tað at kvotan er lækkað er ikki ein spurningur um politikkin hjá samgonguni, men ein avtala, sum Russland og Noreg hava gjørt í samband við tonsatalið í Barentshavinum, og tað kann samgongan ikki fra skylduna fyri.
Sjúrðarberg er tann minni trolarin, sum JFK hevur havt í Barentshavinum seinastu árini. Reiðaríið hevur seinastu mongu árini havt tvey skip í Barentshavinum, men hetta talið verður nú lækkað niður á eitt, sum støðan er í løtuni.
Les eisini: Sjúrðarberg seldur - manningin uppsøgd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald