2020-05-29 06:49
Uppsjóvarskipið Jupiter kom til Danmarkar í gjár, har teir skuldu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava fingið 1500 tons, sum teir landa í danska býnum Thyborøn.
Fiskiskapurin eftir svartkjafti hevur verið smáligur seinastu tíðina, og hetta var fyrsti túrurin hjá skipinum undir nýggju eigarunum í Kollafirði.
Jupiter fekk tillutað 3000 tons av felagskvotuni, og hevur nú helvtina eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald