Innanlands

Jupiter farin fyrsta túrin við nýggjum eigarum

Jupiter fór fyrsta túrin við nýggjum heimstaðið í gjárkvøldið

Jupiter loysti um 21 tíðina í gjárkvøldið (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter loysti um 21 tíðina í gjárkvøldið (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-05-19 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter, sum varð selt til Northwest Pelagic í Kollafirði í gjár, er nú farin til fiskiskap.

Teir loystu av Fuglafirði um 21 tíðina í gjárkvøldið, og settu kós móti svartkjaftafeltinum, har teir hava fingið 3000 tons av felagskvotuni saman við 13 øðrum skipum.

Endaliga sølan varð avgreidd í gjár, og tá ið øll loyvir vóru komin uppá pláss, so fór skipið til fiskiskap.

- Tað verður sama manning, sum hevur siglt við skipinum frammanundan, sum skal fiska við skipinum nú tað fer á svartkjaftaveiðu, og tað er tí at manningin kennir skipið, um vit skulu seta nýggja manning umborð, so fer ov nógv tíð til at læra skipið at kenna, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari.

Jupiter fer framvegis at hava saman navn, nú tað er selt, men heimstaðurin er í Kollafirði.

- Hetta er ótrúliga spennandi, og eg haldi at vit hava fingið eitt gott skip, sigur ein spentur Jógvan Martin Ferjá Joensen tá ið vit hitta hann á brúnni stutt áðrenn Jupiter fer til fiskiskap.

Northwest Pelagic eigur eisini skipið Norðhavið, men hetta skipið skal seljast til eitt felag í Afrika, har skipið eisini er leigað í løtuni.

- Vit vænta at sølan endaliga verður avgreidd um eini 14 dagar. Alt hevur gingið so ótrúliga skjótt, men avtalað er gjørd við keypararnar um Norðhavið, sum skal seljast av landinum, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari.

[object Object]Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari á Jupiter, sum nú hevur fingið heimstað í Kollafirði (Mynd: Kiran Jóanesarson)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder