2024-12-12 07:31
Uppsjóvarskipið Jupiter kom í gjár á Runavík, har skipið skuldi landa.
Jupiter hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan bleiv landað upp í bilar, og síðani koyrt til Høvdavirkið í Leirvík.
Talan er um svartkjaft, sum er landaður til matna, av tí at hann verður skorin til flak og ein partur verður turkaður hjá Høvdavirkinum í Leirvík.
Jupiter var til fiskiskap í 24 tímar, og tað tók eisini 24 tímar at landa veiðuna.
Jupiter fór aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt var at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald