Jupiter landar 1400 tons í Fuglafirði

Jupiter kom á Fuglafjørð seinnapartin við 1400 tonsum av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-07-12 20:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter kom seinnapartin á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava fiskað svartkjaft eystan og norðafyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Vertíðin er sum so av, men hóast tað, so royna trý skip eftir svartkjafti framvegis, og eru tey Borgarin, Norðingur og Næraberg.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.  

placeholder
placeholder