2020-05-01 20:48
Uppsjóvarskipið Jupiter kom seinnapartin til Måløy, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava 2350 tons av svartkjafti.
Teir hava havt góðan fiskiskap, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Myndina tók Ivar Strømmen tá ið Jupiter kom til Måløy í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald