2019-10-15 06:19
Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Tvøroyri sunnudagin, har teir skulu landa.
Jupiter hevur verið á sildaveiðu norðanfyri Føroyar, og teir hava 1500 tons av sild við til lands, sum teir landa til Varðan Pelagic.
Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður, og at tá ið teir komu á Tvøroyri landaði Gitte Henning 1, og tí máttu teir bíða eftir landingartørni.
Skipini hava góðan sildafiskiskap fyri tíðina, og sildin liggur um 400 gramm í miðal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald