2020-06-06 12:40
Uppsjóvarskipið Jupiter kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur seinastu tíðina.
Teir hava 1100 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, og byrjaðu teir at landa í morgun.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsið, og síðan víðari til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald