Varðin hevur selt uppsjóvarskipið Jupiter, og tað fær nú heimstað í Kollafirði. Tað er felagið Northwest Pelagic, sum hevur keypt skipið.
- Vónandi kemur tað endaliga uppá pláss síðst í vikuni ella fyrst í komandi viku, og so er Jupiter seldur, sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum.
Jupiter, sum hevur staðið til sølu í eitt longri tíðarskeið, varð líka við at verða seldur til eitt russiskt felag í 2018, men tá ið tað endaliga skuldi undirskrivast, var støðan hjá keyparunum broytt, og sølan bleiv av ongum.
- Ja, tað hevur gingið seint at selt Jupiter, sum er undarligt, tí skipið er í sera góðum standi, men endiliga eydnaðist tað, sigur Dávid Jacobsen.
Varðin seldi í fjør skipið Høgaklett til Noregs fyri knappar tríggjar milliónir krónur, og nú er Jupiter so seldur fyri knappar 40 milliónir.
Loyvini flutt yvir á Gitte Henning 1
Kvoturnar og veiðuloyvið hjá Jupiter verða flutt yvir á Gitte Henning 1, sum Varðin keypti úr Danmark í fjør.
Skipið er bygt í 2018, og skuldi vera í flotanum fyribils, meðan girið á Trónda í Gøtu skuldi umvælast.
Arbeiðið uppá Trónda í Gøtu er nú av álvara farið í gongd, og væntandi verður skipið siglingarklárt um mánaðarskiftið mai juni, sigur Dávid Jacobsen.
- Vit vóna at klára minst ein túr eftir svartkjafti við Trónda í Gøtu, men tað er sjálvandi ivasamt tá ið so nógv er útliðið.
Kvoturnar hjá Trónda í Gøtu eru fyribils á Gitte Henning 1, sum nú eisini fær kvoturnar og veiðuloyvið hjá Jupiter, men Dávid Jacobsen slær fast, at enn er eingin endalig støða tikin um, hvat skip fer at fiska fyri Jupiter.
- Hetta er í løtuni ein fyribilsloysn, sum vit hava valt, av tí at eingin endalig støða er tikin um, hvat skip skal fiska fyri Jupiter. Vit hava kvotur til trý skip, og hava í eina tíð havt fýra, men nú verður talið hjá okkum so trý aftur, og kabalin gongur nú upp, sigur Dávid Jacobsen, sum eisini váttar at Gitte Henning 1 verður verandi í flotanum, nú Jupiter er seldur úr Gøtu.
Gitte Henning 1 (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald