Fyrrverandi føroyska línuskipið Norðaldan kallast nú Kotoyarvi og hevur heimstað í Russlandi.
Kotoyarvi varð bygd á Skála skipasmiðju í 1969. Skipið var seinni selt til Klaksvíkar og fekk tá kenda navnið Sigurfari.
Reiðaríið, sum eigur Kotoyarvi kallast Persey og er einasta skipið sum felagið eigur.
Hósdagin varð ein sjónvarpssending send í Kringvarpinum, har nakrir av manningini umborð á Sigurfara greiddu frá hendingini, sum fór fram tann 15. februar í 1982.
Kringvarpið skrivar soleiðis um sendingina
“Fimtanda februar 1982 sakk russiska farmaskipið, Mekhanik Tarasov, fyri eygunum á manningini á Sigurfara úr Klaksvík.
Hóast føroyingarnir høvdu boðið sær at hjálpa, endaði øll russiska manningin í ísakalda havinum. Í sendingini greiða nakrir av manningini frá tilburðinum, og vit hitta eisini ein av russarunum, sum var við hesa lagnunátt á Flemish Cap”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald