Eftir at vit løgdu greinina um Odeskär út eru fleiri rættingar komnar, millum annað kallast skipið ikki Odeskär meira, men Rön og Jan Erik Simonsen úr Sandavági hevur sent okkum hesa greinina, sum stendur niðanfyri.
Fyrrverandi føroyski línubáturin Hagaleiti úr Leirvík, seinni við navninum Nípan við heimstað á Saltangará , ein av temum sokallaðu “pollakkunum” er ikki til at kenna aftur.
Hagaleiti, bleiv seldur til Saltangará og haðani seldur til Svøríkis í 1991 og fekk navnið Odeskär og fyri kortum fekk skipið navnið Rön og er heimahoyrandi í Fiskebäck.
Fyri nøkrum árum síðan bleiv skipið umbygt somikið nógv, at talan er nú um eitt so at siga nýtt skip.
Rön er systurskip hjá Mascot og Sigmund, ið eru heimahoyrandi á Toftum.
Tað var í 1974 at P/F Marknaðarrøkt var sett á stovn, og lat teir 9 Polen- línubátarnar byggja.
Hetta var ein røð av systurskipum uppá 9, millum manna, vanliga kallaðir ”polakkarnir”.
Skipini blivu bygd í Stettin í Póllandi, sum línu- og garnaskip, nøkur blivu umbygd til trolara seinni.
Tað serstaka við hesari skipatypu var at 4 av 9 skipum vóru heimahoyrandi í Vágum, sum nýbygningar.
Teir komu í hesari røð:
1. Vaðhorn til Eiðis í 1976, fekk seinni navnið Sigmund.
2. Bláfossur til Tvøroyrar í 1976, seinni seldur Grønlands, er upphøgdur í Grenå
í Danmark.
3. Hamraberg til Miðvágs í 1976, seldur til Svøríkis, heuvur havt nøvnini
Atlantic, Kenty, Kristin og Hållö er upphøgdur í 2003
4. Lækkaklettur til Miðvágs í 1976, hevði í Føroyum eisini nøvnini Høgiklettur,
Vágaklettur og Neptun, seldur til Svøríkis og fekk navnið Runavik og er enn í
vinnu.
5. Mascot til Toftir í 1976 eitur enn Mascot.
6. Núpur til Klaksvíkar í 1976, seldur til Íslands í 1981, og hevur altíð itið
Núpur undir skiftandi eigarum í Íslandi, Núpur rak á land í 2001 við
Patreksfjørð og fekk umfatandi botnskaða, eftir hetta fekk skipið umfatandi
umbygging.
7. Heldarstindur til Sandavágs í 1977, skipið sakk norðanfyri Bornholm 11.oktober 1990.
8. Vesturleiki til Sørvágs í 1977, seldur til Grønlands og hevur havt nøvnini
Bjal, Louise L og Louise II.
9. Hagaleiti til Leirvíkar í 1977, síðan Nípan og seldur til Svøríkis í 1991 og
fekk navnið Odeskär og fyri kortum fekk skipið navnið Rön og er heimahoyrandi í Fiskebäck.
Tað var P/F J.K.Joenssen – Oilwind í Miðvági, sum gjørdi línuspølini og stóð
fyri at gera tí hydraulisku skipanina á skipunum og teir vóru eisini umboð fyri høvuðsmotorin av slagnum MWM í skipunum.
Tvey av hesum 9 systurskipum eru enn í Føroyum tey eru Mascot og Sigmund (Vaðhorn).
janerik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald