2015-01-26 01:19
Hóast fyrrverandi føroyski rækjutrolarin Sólborg skifti eigara og heimstað so valdu nýggju eigararnir, at varðveita navnið á skipinum.
Sólborg varð bygd í Noreg í 1987 og fekk upprunaliga navnið Faroe Prawns og heimstað á Tvøroyri. Eigararnir seldu seinni skipið til Havnar, har tað fekk navnið Sólborg.
Eiler Jacobsen keypti skipið í 1991, men seldi skipið til Russlands í 2005.
Tað er felagið Aspect í russiska býnum Petropavlovsk, sum eigur rækjutrolarin í dag.
Niðanfyri er ein video upptøka, ið Jónsvein Nystrøm hevur gjørt. Upptøkan er frá 2004.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald