2014-12-29 04:24

Fyrrverandi føroyski trolbáturin Vesturfarið, ið Dánial Dahl Olsen keypti til Føroyar í 2003, varð fyri nøkrum árum seldur til Finnlands, har skipið framvegis siglir við sama navnið. Tó stavast tað nú við “D”.
Trolbáturin er bygdur í 1986 og fekk upprunarliga navnið Maiken. Dánial Dahl Olsen seldi seinni skipið til Jógvan Páll Hammer, ið eisini átti trolbátin Niclas. Vestufarið fekk tá heimstað í Tórshavn.
Jógvan Páll Hammer seldi seinni trolbátin til Finnlands har skipið framvegis hevur heimstað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald