2015-01-20 23:04
Fyrrverandi føroyski trolarin Froyur, ið hevði heimstað í Tórshavn kallast í dag Vos Rambler.
Trolarin verður í dag nýttur sum veitingarskip, og er tað niðurlendska felagið Vroon Offshore, sum eigur skipið í dag.
Skipið, ið varð selt úr Føroyum í 1997, er bygt í 1975 í Noreg. Tað var felagið Kimbil við Aksel Hansen sála, ið átti skipið tá ið tað var skrásett í føroyska fiskiflotanum til 1997.
Síðan skipið varð selt úr Føroyum hevur tað eisini havt navnið Telco Rambler.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald