Línuskipið Kambur er selt til eitt felag í Vestmanna, har skipið fær heimstað umframt nýtt navn.
Kambur kom á Kollafjørð mikudagin, har teir skuldu landa 100 tons av botnfiski, sum teir hava fiskað undir Føroyum.
Tá ið liðugt var at landa, fóru teir á Skála, har skipið skal skifta eigarar.
Kambur, sum seinastu nógvi árini hevur havt heimstað á Strondum, er selt til felagið HKO í Vestmanna, sum seinastu árini hevur rikið ísfiskalínuskipið Vesturhavið, sum er bygt í 1963.
Hetta skipið, sum er yvir 57 ár, men tó í góðum standi, verður nú avloyst av einum skipið, sum er 33 ára gamalt, og sum er eitt frystilínuskip.
Við einum nýggjari, størri og meira framkomnum skipið, fær reiðaríið nú munandi fleiri møguleikar, og betri umstøður at virka undir. Eitt nú kunnu teir fara á Flemmish Kap at fiska.
Nýggja Vesturhavið kemur á Vestmanna fyri fyrstuferð leygardagin, har ein lítið móttøka verður klokkan 15, og øll eru vælkomin umborð.
Vesturhavið fer eftir ætlan til fiskiskap fyrst í komandi viku.
Hava keypt nýtt skip fyri Kamb
Við søluni av Kambi, undanfarnu eigararnir tryggjað sær eitt størri og nýggjari skip, sum kemur í flotan fyri núverandi Kamb.
Talan er um norska frystilínuskipið Østerfjord, sum er bygt í 1998, og sum hevur dragibrunn, sum ger umstøðurnar hjá manningini munandi betri at arbeiða undir.
Talan er um eitt skip, sum er í góðum standi, og sum eftir ætlan kemur til Føroyar um mánaðarskiftið, har eigaraskiftið skal ganga fyri fyri seg.
Reiðaríið, sum eigur Østerfjord í dag, fær handað ein nýbygning fyrst í 2021.
Savnsmynd (Sasho Bjartsson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald