2019-06-30 18:16

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna hevur landað um vikuskiftið.
Teir komu á Fuglafjørð fríggjadagin, og upplýst verður, at teir høvdu 1300 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað norðanfyri í føroyskum sjógvi.
Svartkjafturin varð landaður til Havsbrún, har hann verður framleiddur til lýsi og mjøl, og síðan víðari virkaður til fóður.
Flestu svartkjaftaskipini eru givin við fiskiskapinum eftir svartkjafti, av tí at svartkjafturin er so bleytur hesa tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald