Í dag klokkan 14 verður móttøka í Miðvági, tá nýggja skipið hjá P/F Kinnfelli, stevnir inn í bygdina.
Skipið, sum er bygt í 1997, varð skrásett undir føroyskum flaggi fyri góðum tveimum vikum síðani, men hevur síðani tá verið í Danmark, har okkurt smávegis skuldi gerast, áðrenn kósin varð sett móti Føroyum.
Eyðdis H. Niclasen bjóðar vælkomin í móttøkuni og handar eina gávu, og reiðarin Tummas Henriksen ber fram røðu.
Skipið hevur áður havt navnið Herøy og er keypt úr Noregi.
Skipið hevur menningarkvotur saman við Snarfrost í fýra ár. Í ár eru kvoturnar 10.400 tons av svartkjafti, 2.002 tons av makreli og 1.593 tons av norðhavssild.
Les eisini: Katrin Jóhanna væntandi á Miðvági um eina viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald