2020-06-20 07:15
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.
Katrin Jóhanna hevur fiskað eystanfyri Føroyar hendan túrin, og teir hava 1300 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur, og Katrin Jóhanna hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald