Innanlands

Katrin Jóhanna landar svartkjaft í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið byrjaði at landa í gjárkvøldið

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-04-29 12:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Katrin Jóhanna byrjaði at landa 1600 tons til Havsbrún í gjár.

Teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin fjørdur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Tá ið Katrin Jóhanna hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder