Katrin Jóhanna landar svartkjaft í Fuglafirði

Katrin Jóhanna landar umleið 1800 tons í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-09 22:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna kom í dag á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava umleið 1800 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan seinni til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder