2020-05-03 20:23

Uppsjóvarskipini Katrin Jóhanna og høgaberg, sum bæði hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, eru ávegis á Fuglafjørð, har tey skulu landa.
Katrin Jóhanna hevur umleið 1700 tons, og Høgaberg hevur umleið 1800 tons av svartkjafti, sum skipini skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald