2020-08-08 19:29
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna er nú við at verða klár til makrelfiskiskapin í føroyskum sjógvi.
- Vit hava ligið á Havnini í ein góðan mánaða, har vit hava reinsað motorin, og ætlanin er at fara á makrel í komandi viku, sigur Árni Krog Dalsgarð, skipari og ein av eigarunum.
Katrin Jóhanna fór eysturum, og hevur verið royndartúr síðan í morgun, og gongst alt sum ætla er ætlanin at fara á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald