2020-04-22 11:01
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna kom fyrr í vikuni á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Tað er bíðitíð í Fuglafirði, og skuldi Høgaberg landa áðrenn Katrin Jóhanna slapp framat.
Katrin Jóhanna, sun hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi hevur 1650 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.
Tá ið teir hava landað fara teir aftur til fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald