2018-12-14 11:08
Vørn ger nú vart við, at keyparar av 3 og 8 ára rættindum í 2018 skulu veita trygd fyri gjaldið í 2019, áðrenn fiskiloyvi til hesi rættindi fyri 2019 verður skrivað út.
Trygdin fyri 2019 skal setast svarandi til gjaldið fyri 2018, skrivar Vørn á heimasíðuni.
Vørn vísir til §§ 5-7 í kunngerð um at bjóða út rættindi at veiða svartkjaft, norðhavssild og makrel og botnfisk í Barentshavinum á uppboðssølu í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald