Klakkur, sum er nýggjasta skipið í føroyska flotanum, loysti í kvøld, og kósin er sett móti Flemish Kap, har hini frystilínuskipini eisini eru farin at fiska.
Tað var í síðstu viku, at Klakkur fyri fyrstu ferð kom á Klaksvík, eftir at skipið varð keypt úr Norra.
Klakkur hevur ligið á Klaksvík, og nú er alt komið uppá pláss, og klárt at sigla.
Skipari hendan túrin er Líggjas Johannesen, sum verður avloystur av beiggjanum Bethuel, sum eisini er við hendan túrin, so teir kunnu læra skipið at kenna.
Tað velst um veðrið, men siglingartíðin tekur eini seks til sjey døgn.
Føroyska kvotan á Flemish Kap í ár er 1900 tons, og tilsamans eru tað sjey skip, sum fiska hana. Tey eru Klakkur, Eivind, Jákup B, Jógvan I, Stapin, Kambur og Ågot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald