Klakkur komin heim av Flemish Cap

Línuskipið kom á Klaksvík í gjár við 230 tonsum

Klakkur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Klakkur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-24 07:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línuskipið Klakkur kom á Klaksvík í gjár, har teir skulu landa.

- Vit hava fiskað í ein mánað, og hava 230 tons í alt. 50 tons er toskaflak, meðan 170 tons er avhøvdaður toskur, og 10 tons eru onnur fiska sløg, sigur Líggjas Johannesen, skipari.

Klakkur fer nýggjan túr leygardagin, og tá verður tað Bethuel Johannesen, sum verður skipari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder