2019-12-19 14:43
Sp/f undir Klakki, sum fyrst í nýggja árinum yvirtekur norskt línuskip frá 2010, hevur nú selt gamla Klakk, sum er 30 ára gamal.
Keypari er felagið handan línuskipið Jákup B, sum í gjár varð selt til eitt felag hjá Kósini, og sum framyvir fær navnið Carlton.
Sjóvinnustýrið boðar í dag frá skrásetingini, og at Klakkur nú fær navnið Jákup B. Søluprísurin er 30 milliónir krónur.
Nýggi Jákup B er knappar 40 metrar langur og 9 metrar breiður. Nýggi Klakkur, sum verður yvirtikin 2. januar er 51 metrar til longdar og 12,4 metrar breiður.
Sí eisini: Yvirlit: Flotin yngist ikki stórvegis
Les eisini: Nýtt línuskip fyri Klakk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald