2020-01-08 21:40
Línuskipið Klakkur, sum brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen hava keypt saman við øðrum, kemur á Klaksvík í morgin.
Teir fóru úr Norra mánadagin, men av tí at veðrið bleiv so ringt, hevur ferðin ikki verið meira enn eini 4-6 míl, og tí eru teir nakað seinkaðir heim. Teir vera á Klaksvík um 13-tíðina.
Klakkur verður liggjandi í Klaksvík í nakrar dagar, og tá viðurskiftini eru komin uppá pláss verður farið á Flemmish Kap, har føroysku frystilínuskipini skulu fiska føroysku kvotuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald