Innanlands

Klárir til sildaveiðu

Manningin hevur gjørt Finn Fríða kláran til sildaveiðu. Ætlanin er at fara avstað fyrst í komandi viku

2019-07-27 18:54 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Nú hevur manningin gjørt skipið klárt til sildaveiðu, og ætlanin er at fara avstað fyrst í komandi viku. Tað sigur stýrimaðurin á Finni Fríða, Heri Godtfred.

- Fyrst í árinum fiskaðu vit makrel í ES-sjógvi. So fiskaðu vit alla svartkjaftakvotuna. Nú er ætlanin at fara á sildaveiðu og so seinni á makrelveiðu, sigur Heri Godtfred.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Í fleiri ár hevur nakað av felags svartkjaftakvotuni verið eftir um heystið, sum skipini hava fiskað síðst í árinum. Kanska tað verður soleiðis aftur í ár, sigur Heri.

Fiskiskapurin hevur gingið væl í ár, og vónandi gongur eisini væl, nú seinni hálvleikur av árinum skal byrjað í komandi viku, sigur hann.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár, har hann hitti Hera, Pól Henning og Símin. Tíð var bæði til prát, drekkamunn, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder