Innanlands

Komandi túrur verður til Eysturgrønlands

Klakkur fer eftir ætlan avstað mánadagin, sigur Bethuel Johannesen, sum verður skipari hendan túrin

2019-05-22 21:25 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eftir ætlan fara vit avstað mánadagin, og kósin verður tá sett móti Eysturgrønlandi. Har hava vit egna kvotu og part av felagskvotu hjá føroyskum línuskipum, sigur Bethuel Johannesen, sum skal vera skipari á Klakki komandi túr.

- Eg veit ikki nógv um fiskiskap við Eysturgrønland í løtuni, men norsk línuskip hava verið har fyrr í vár, so vit vóna tað besta. Tað ljóðar, at fleiri føroysk línuskip ætla sær til Eysturgrønlands at royna, sigur Bethuel.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Bethuel, saman við mongum øðrum sjómonnum, hava vitjað básin hjá Sjómansmissiónini á Atlantic Fair í Klaksvík, sum heldur fram til í morgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder