Rækjutrolarin Arctic Viking hevur júst landað 478 tons av rækjum í Íslandi, sum teir hava fiskað í Eysturgrønlandi.
Teir hava havt góðan fiskiskap, og tá ið teir vóru lidnir at landa, settu teir kós móti Føroyum, har teir skulu skifta fólk.
- Sum tíðirnar eru nú, so eru vit noyddir at koma til Føroyar at skifta fólk, sigur skiparin Barni Petersen, sum nú skal í land.
Flogførini flúgva ikki landana millum, og fyri at minka um smittuvandan, varð avgerð tikin um at sigla til Føroyar at skifta fólk.
- Hetta er ein stór eyka útreiðasla. Í hesum førinum er tað tó soleiðis at skipið fer í russiskan sjógv næsta túr, so skipið siglur framvið, men um vit skuldu aftur til Eysturgrønlands, so høvdu vit framvegis verið noyddir at komið til Føroyar at skift fólk.
Arctic Viking verður á Havnini um middagsleitið í morgin, og síðani skulu teir gera okkurt smátt hjá Mest í Havn, og fara væntandi av Havnini aftur sunnukvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald