Innanlands

Korona seinkar siglingini

Jørgen F. Andreasen siglir sum skipari á Mumbai Maersk

2021-09-26 18:46 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Sjómansmissiónin hevur fingið heilsan frá Jørgen F. Andreasen, skipara, á Mumbai Maersk. Skipið er bygt í 2018, er 399 metrar langt og 59 metrar breitt.

- Vit liggja í Ningbo í Kina. Her hava vit ligið í hálvtannað samdøgur og lastað og lossað 6880 bingjur. Umborð hava vit nú 6276 bingjur, sum svarar til 10746 20 TEU.

Vit sigla um ein tíma hiðani og fara til akkers uttanfyri Shanghai. Har sleppa vit vónandi inn 27.09.

Her eysturi eru nógvar seinkingar vegna korona, og harafturat hevur onkur melduródn verið. Tí verða vit óivað seinkaðir umleið 14 dagar á okkara ferð aftur til Europa.

Vit skulu til Shanghai og Tanjung Pelepas í Malaysia áðrenn kósin verður sett móti Suezveitini á veg til Europa. Gongur alt, sum ætlað, vera vit í Rotterdam 21. oktober. Veðrið er gott og vit vænta gott veður aftur til Europa.

Alt tað besta hiðani, og Jesus signi tykkum heima.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder