- Vit vita einki um fiskiskap á Flemish Cap beint nú, men verður tað nøkurlunda sami fiskiskapur sum undanfarnu árini, so verður tað í lagið. Tíverri er kvotan nógv minkað, og so eru tvey skip fleiri enn undanfarnu ár, til at fiskað kvotuna, so Flemish Cap gevur væl minni í ár enn síðstu árini.
Tað siga garvaðu línuskipararnir Jákup Eli Eidesgaard, skipari á Stapanum og Mortan Mortensen, skipari á Kambi.
-Veðrið hevur verið so vánaligt hiðartil í ár, at vit hava bara bíða til tað batnar. Nú sær betri út hóast tað er frískur vindur enn. Sum eg skilji, so fara fimm frystilínuskip avstað í kvøld og ætla at fylgjast yvireftir. Tey eru Stapin, Kambur, Jógvan I, Eivind og Jákup B. Klakkur fer avstað tá teir eru klárir og teir á Ågot ætla sær seinni í ár, sigur Mortan.
-Skipini hava bara kvotu til umleið ein túr, so tað verður neyvan nøkur landing haryvuri í ár. Tá Flemish Cap túrurin er av, verður óivað farið til Íslands at royna, sigur Jákup Eli.
Áðrenn Stapin og Kambur loystu úr Runavík í gjárkvøldið var felagsandakt umborð á Stapanum.
(Myndir: Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald