Innanlands

Krav um innflutning úr Føroyum útsett til næsta summar

Einki krav um heilsuváttan til fisk og fiskavørur, sum verða sendar úr Føroyum til Stórabretlands, verður fyrr enn 1. juli 2022

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-15 16:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vár varð boðað frá, at kravið um heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri føroyskar fiskavørur, sum verða innfluttar til Stórabretlands, varð útsett frá apríl til oktober í ár, men nú verður boðað frá, at freistin er útsett enn einaferð.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at tað ikki er krav um heilsuváttan til fisk og fiskavørur, sum verða sendar úr Føroyum til Stórabretlands, fyrr enn 1. juli 2022.

Heldur ikki verður nakað marknaeftirlit sett í verk fyrr enn 1. juli 2022, og kravið um undanfráboðan av vørusendingum í IPAFFS-skipani er útsett til 1. januar 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder