
Línuskipið Kvikk hjá JFK í Klaksvík er selt til Grønlands, og skipið er selt uttan loyvir.
- Vit hava selt línuskipið Kvikk, sum hevur ligið í Klaksvík í eitt lítið ár, sigur Hanus Hansen, reiðari há JFK.
Reiðarin sigur víðari, at skipið hevur ligið í eitt lítið ár, og at skipið er selt uttan loyvir.
Hóast JFK hevur selt Kvikk, so er eingin ætlan um at keypa annað skip fyri ísfiskalínuskipið, sum hevur havt heimastað í Føroyum seinastu mongu árini.
- Fiskidagarnir eru bara minkaðir seinastu tíðina, og grundarlag er ikki fyri at keypa annað skip fyri loyvið hjá Kvikk, so tað liggur ikki í kortunum í løtuni, sigur Hans Hansen, reiðari, sum sigur víðari at fiskidagarnir verða býttir út millum onnur skip hjá samtakinum.
Hóast Kvikk er seldur nú, so gongur eitt sindur av tíð áðrenn skipið fer úr Føroyum. Ísfiskalínuskipið skal nú uppá beding, har ymiskt skal gerast í sambandi við skipasøluna. Tað er grønlendska reiðaríið Arsuk Food, sum hevur keypt Kvikk.
Reiðarin ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er selt fyri, men Kringvarpið skrivar, at Kvikk er seldur fyri sek milliónur krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald