
Jákup B, Eivind, Kambur, Stapin, Klakkur og Jógvan I hava seinastu smáu tvær vikurnar roynt eftir toski á Flemish Cap. Nú eru ikki nógvir tímar eftir at fiska í.
Norðlýsið skrivaði í gjár um góða fiskispakin hjá nýggja Klakki, ið hevur fingið mest burturúr, sambært nýggjastu tølunum:
Klakkur 430,3 tons.
Jákup B 279,5 tons
Jógvan I 277,8 tons (liðugur at fiska)
Stapin 280 tons (liðugur at fiska)
Kambur 263,7 tons
Eivind: 265,4 tons
Føroyska kvotan av toski í økinum er væl minni í ár í mun til í fjør: 1.907 í mun til 3.911 tons. Beint yvir 100 tons eru eftir at fiska. Hetta skrivar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald