Innanlands

Kvotan fyri norðhavssild minkar við 11 prosentum í 2020

Svartkjaftakvotan verður á leið tann sama. Hetta er greitt, eftir avtalurnar um strandalandasemju vórðu undirskrivaðar í London í dag

2019-10-24 18:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesa vikuna hava strandarlandasamráðingar verið í London um fiskiskapin eftir svartkjafti og norðhavssild fyri 2020. 

Les meira: Strandalandasemja um svartkjaft og norðhavssild

Eftir avtaluna er greitt, at Svartkjaftakvotan verður á leið tann sama sum undanfarna ár, men at kvotan fyri norðhavssild minkar við 11 prosentum. Hetta skrivar kvf.fo

Les semjuna her

Kringvarpið skrivar eisini, at makrelkvotan verður 20 prosent størri næsta ár. ES, Noreg og Føroyar eru samd um makrelin, og Føroyar eiga 116.188 tons av makreli.

Annars er høpisleyst er at samráðast um býtið, áðrenn Brexit er endaligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder