Nýggi Finnur Fríði liggur nú í dokkini hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og nú nærkast til skipið kemur í føroyska flotan.
Tað var í desember í 2021, at Varðin undirskrivaði sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna um at byggja ein nýggjan og framkomnan Finn Fríða.
Eftir ætlan skuldi skipið handast Varðanum í januar í ár, men ymiskar seinkingar hava verið, og tí er skipið framvegis ikki handað Varðanum, men nú nærkast av álvara til skipið kemur til Føroyar.
Tað er tó ikki heilt greitt júst nær skipið kemur, men frá Varðanum verður upplýst at man væntar at skipið kemur í juli mánaða.
Nýggi Finnur Fríði verður heili 88 metrar langur, og 16.50 metrar breiður. skipið fer at lasta umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski. Prísurin á nýggja Finn Fríða liggur um 340 milliónur krónur.
Gamli Finnur Fríði, sum ætlanin var at selja, hevur nú fingið navnið Tróndur í Gøtu. Hetta skipið er bygt í Noregi í 2003.
Les eisini: Finnur Fríði kallast nú Tróndur í Gøtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald