Hóast dagurin nærkast at nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, fer undir sínar rannsóknarferðir fyri Havstovuna, so er góði gamli Magnus Heinason framvegis virkin.
Magnus er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingarnar á landgrunninum, og fyrstu fráboðanirnar frá túrinum ljóða, at lítið er av toski.
200 hál í ein tíma verða tikin á hesum túrum. Sambært stovnsmetingunum, vóru nøgdirnar av toski søguliga lítlar í tíðarskeiðnum frá 2004 til 2017.
Í 2018 var toskurin komin fyri seg aftur, men nýggjastu yvirlitstrolingarnar benda nú á, at tað í 2020 aftur er sera lítið til av toski á føroyska landgrunninum, skrivar Havstovan.
- Tað tykist vera nakað av toski nær landi, har rannsóknarskipið ikki fær roynt, og tí kann veruliga nøgdin av toski vera nakað størri enn yvirlitstrolingarnar vísa. Bæði toskur og tann størra hýsan vóru sera illa í holdum. Hetta sást aftur í magakanningunum, har nærum einki varð etið av nebbasild.
Eisini var minni etið av hvítingsbróðri og krabbadýrum á botni. Úti á djúpum var tó nógv til av smáum svartkjafti, og har var toskurin væl fyri. Tað var framvegis nakað at fáa av hýsu hóast tað var minni enn í fjør. Nógv var at fáa av hvítingi, gulllaksi og blálongu, skrivar Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald