Innanlands

Lógin um veiðigjald: Hevur fingið alt ov stutta hoyringsfreist

Tað eru fleiri, sum hava gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið, samd um

Tróndur í Gøtu og Jupiter liggja her lið um lið (Savnsmynd: Reidar Simonsen)

Tróndur í Gøtu og Jupiter liggja her lið um lið (Savnsmynd: Reidar Simonsen)

2019-03-13 17:42 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

7. mars í ár varð uppskotið um veiðigjald lagt fram í Løgtinginum. Uppskotið hevur verið leingi í umbúna, og uppskot um veiðigjald hevur verðið lagt fram í hesi tingsetuni áður, men undirtøka hevur ikki verið fyri at samtykkja tað uppskotið. 

Tað eru 10 viðmerkingar komnar inn til málið, og fleiri av viðmerkingunum eru atfinningarsamar. 

Eitt, sum gongur aftur er, at fleiri av feløgunum, sum hava viðmerkt, eru atfinningarsom um, at hoyringsfreistin var minni enn fimm yrkadagar. 

Les eisini: Veiðigjaldið fylgir gongdini í vinnuni  

Føroya Fiskimannafelag, Skipara- og Navigatørfelagið, Føroya Reiðarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Felagið Nótaskip, Fiskivinnuráðið og Vørn vísa øll á, at hoyringsfreistin hevur verið alt ov stutt ímun til, at lógaruppskotið er ógvuliga umfatandi. 

Kommunufelagið vísir á, at Løgmansskrivstovan í januar 2019 sendi út rundskriv um lógarsmíð, har staðfest er at: 

Umælisfreistin eigur ikki at vera styttri enn 4 vikur. 

Felagið Nótaskip skrivar eisini, at Fiskimálaráðið eftir umbøn hevur noktað at leingja freistina. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder