- Eitt uppskot varð gjørt, sum fekk fleiri atfinningar, so vit hava gjørt eitt nýtt uppskot, sum tekur atlit til fleiri av atfinningunum. Ikki tí, vinnan er framvegis ikki fegin um nakað tilfeingisgjald.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum um nýggja uppskotið um veiðigjald, sum hann hevur borið niðan í tingið. Hann sigur at aðalreglan í uppskotinum er, at veiðigjaldi ikki bara skal ásetast av løgtinginum, men vera sjálvregulerandi.
- Man brúkar veruligar roknskapir til at finna útav, hvat tað veruliga virði á avmarkaða tilfeinginum er, og so skattar tú ein part av tí inn og ásetir tað við nøkrum reguleringum, staðfestir landsstýrismaðurin. Hann sigur eisini, at hýrurnar og íløgur skulu roknast frá, áðrenn veiðigjaldið verður roknað út. Hetta verður gjørt, fyri ikki at steðga íløguhuginum í vinnuni.
- Tá tú skal rokna út, hvat veruliga virði er, tekur tú allar útreiðslur frá, harundir eisini hýrurnar hjá manningini og veruligar íløgur, sigur hann.
Hava havt samstarv við vinnuna
- Tað hevur verið øgiliga nógv samstarv við vinnuna. Men bæði við uppboðssølu og veiðigjaldi er sum aðalregla mótstøða ímóti tí yvirhøvur, sigur landsstýrismaðurin. Hann viðgongur, at tey allar flestu hava góðtikið, at okkurt veiðigjald skal vera á vinnuni, men at tað er ósemja um, hvussu veiðigjaldið skal ásetast.
- Eg haldi at teir flestu flokkarnar og aktørarnar í vinnuni siga, at vit skulu hava eitt veiðugjald. Tað skal bara vera eitt veiðigjald, sum til ber at siga nakað um frammanundan, greiðir landsstýrismaðurin frá. Hann sipar til, at tilfeingisgjaldið nú bara verður ásett í løgtinginum og tí ikki tekur atlit til møguliga niður- og uppgongd í vinnuni. Høgni Hoydal heldur, at núverandi uppskotið er soleiðis sett saman, at vinnan fer at gjalda minni í ringum tíðum og meira í betri tíðum.
- Til dømis kemur heimaflotin ikki at gjalda nakað eftir hesum uppskotinum sum nú er, sigur Høgni Hoydal og leggur afturat, at samgonguleiðarinir halda, at undirtøka er fyri uppskotinum í løgtinginum nú.
- Tá vit hava koyrt uppskotið fram er tað tí, at vit meta okkum hava meiriluta fyri tí. Vónandi eisini ein breiðari meiriluta, sigur Høgni Hoydal at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald