Nú vóru boð aftur eftir gamla havrannsóknarskipinum Magnusi Heinason, sum í kvøld fer út á regluliga túrin á Føroyabanka at royndartrola eftir bankatoski og øðrum fiski á friðaða bankanum í útsynning úr Føroyum.
Magnus var annars við at vera tikin úr tænastu, og ætlanin var, at nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri skuldi fara henda vártúrin á bankan.
Men nú er avgjørt at taka nýbygda havrannsóknarskipið á beding fyri at kanna skrúvuna, upplýsir Annfinn Hjelm, umsitingarleiðari á Havstovuni og útgerðarmaður hjá Jákup Sverra.
Hann greiðir soleiðis frá:
- Jákup Sverri og Magnus Heinason hava hesa seinastu tíðina gjørt yvirlitstrolingar saman, eins og ætlanin hevur verið alla tíðina, og hetta hevur gingið væl. Men nú hevur manningin ansað eftir onkrum misljóði umborð á skipinum.
- Teir hava havt eitt myndatól niðri fyri at hyggja, og hava staðfest, at eitt skar er á skrúvuni, og at tað møguliga er hetta skarið, sum ger misljóðið.
- Tí er avgerð tikin um at taka Jákup Sverra upp á beding fyri at fáa serfrøðingar at hyggja nærri at skrúvuni.
Annfinn Hjelm sigur, at meiningin annars var, at Jákup Sverri einsamallur skuldi út á Føroyabanka til yvirlitstrolingina, sum verður gjørd á hvørjum vári, men at avgerð nú er tikin um, at lata Magnus Heinason taka eitt tørn afturat.
Vónin er so at bøtast kann upp á brekið á nýggja skipinum, so at Jákup Sverri kann setast inn at gera yvirlitstrolingarnar frá í næstu viku at rokna.
Ein styrkin hjá nýggja havrannsóknarskipinum var, at tað var so ljódligt. Men nú hoyrist eitt misljóð frá skrúvuni, sum skal kannast (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald