Fleiri makrellandingar hava verið seinastu dagarnar, og tær halda fram gjøgnum vikuskiftið.
Í Fuglafirði landaði Jupiter 200 tons til uppsjóvarvirkið Pelagos. Teir komu inn hósdagin, og fara nýggjan túr í dag.
Jupiter hevur fiskað makrel í altjóða og í føroyskum sjógvi hendan túrin.
Aftaná Jupiter, kom Arctic Voyager inn. Teir høvdu umleið 600 tons, sum teir høvdu fiskað í altjóða og í føroyskum sjógvi.
Aftaná Arctic Voyager slapp Høgaberg framat, teir hava umleið 1000 tons av makreli, sum teir eisini landa til Pelagos í Fuglafirði.
Í Kollafirði hevur Christian í Grótinum landa 600 tons av feskum makreli, og tá ið teir hava landað, fara teir til Fuglafjørð við lýsi, og síðani skal tað frysta landast í Ánunum.
Á Tvøroyri hevur Tróndur í Gøtu júst landað umleið 400 tons av makreli, og aftaná kom Finnur Fríði inn við umleið 1000 tonsum.
Skipini hava góðan fiskiskap, og sagt verður, at makrelurin liggur um 460 gramm í miðal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald