Innanlands

Makrelkanningar lidnar

Tróndur í Gøtu kom leygardagin aftur av ársins makrelkanning, sum Tróndur í Gøtu hevur gjørt saman við Havstovuni

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2020-07-24 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Tróndur í Gøtu kom leygardagin aftur av ársins makrelkanning, sum Tróndur í Gøtu hevur gjørt saman við Havstovuni.

Mesta av makrelinum var fingið norðan fyri Føroyar, og hetta samsvarar væl við útbreiðsluna flestu ár, men er tó øðrvísi enn í fjør, tá nakað av makreli eisini stóð sunnan fyri Føroyar og bankarnar. Mesta av makrelinum var 9 ár og eldri, og hann var eisini samsvarandi stórur.

Høvuðsendamálið við hesum kanningum er at fáa til vega eitt vísital fyri makrel í Norðurhøvum til stovnsmetingina av makreli seinni í summar. Eisini vórðu sild, svartkjaftur, æti og sjóvarhiti kannað á hesum túrinum.

Norðhavssildin stóð serliga í økinum norðan fyri Íslandsryggin og norðan fyri Føroyar. Fitt av fýra ára gomlu sildini, tað vil siga 2016 árgangurin, sást í føroyska kanningarøkinum. Hetta er helst størsti árgangur av norðhavssild í meira enn 10 ár, sum nú setir til vaksna stovnin.

Svartkjaftur, sum er gýttur í vár, sæst tíðum syðst í kanningarøkinum á hesum túrum, og soleiðis var eisini í ár. Nakað av eldri svartkjafti varð fingið norðanfyri.

Hesar kanningar eru partur av felagskanning, sum verður gjørd saman við fimm øðrum skipum úr Noregi, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Úrslitini verða sett saman á fundi um hálvan august og síðani almannakunngjørd. Íslendska, grønlendska og norsku skipini eru enn í gongd við kanningarnar, og gongdin hjá teimum kann fylgjast umvegis leinki á www.hav.fo.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

[object Object]

(Mynd: Havstovan)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder